Tað eru sera nógvir pengar í fótbólti á hægsta stigi. UEFA hevur gjørt upp, hvussu nógv tey 36 liðini í stóra bólkaspælinum í Champions League forvunnu upp á bólkaspælið.
Liverpool er ovast á inntøkulistanum í Champions League við eini inntøku upp á 735 milliónir krónur. Hetta kemst av nýggju kappingarskipanini, har 36 lið nú kappast í einum stórum bólki í staðin fyri gamla bólkaspælinum við fleiri bólkum.
Feløgini fáa inntøkur frá fleiri keldum. Eitt startgjald á 138,77 milliónir krónur, marknaðarpengar grundaðar á sjónvarpsrættindi, stuðul út frá 10 ára koefficientinum, úrslitum í dystum og bonus fyri at røkka víðari í kappingini.
Barcelona og Inter eru nummar tvey og trý á inntøkulistanum. Eisini smærri feløg sum Dinamo Zagreb og Crvena Zvezda hava fingu stórar inntøkur, ávikavíst 273,59 milliónir krónur og 211,99 milliónir krónur.
Komandi mánaðarnar verður farið undir avgerandi dystirnar í Champions Legue, og vinnarin av Champions League kann fáa eina samlaða inntøku á yvir 1,1 milliard krónur.
Champions League inntøkur ( í milliónum krónum)
Nr. | Felag | Samlað |
1 | Liverpool | 735,33 |
2 | Barcelona | 651,54 |
3 | Inter | 559,67 |
4 | Bayern München | 559,29 |
5 | Arsenal | 549,08 |
6 | PSG | 548,09 |
7 | Dortmund | 534,23 |
8 | Real Madrid | 534 |
9 | Manchester City | 529,86 |
10 | Atlético Madrid | 512,83 |
11 | Leverkusen | 508,65 |
12 | Juventus | 488,18 |
13 | Atalanta | 467,08 |
14 | AC Milan | 453,07 |
15 | Lille | 448,44 |
16 | Monaco | 434,09 |
17 | RB Leipzig | 422,69 |
18 | Benfica | 397,42 |
19 | Aston Villa | 394,54 |
20 | Feyenoord | 394,38 |
21 | Brest | 377,64 |
22 | Club Brugge | 358,96 |
23 | PSV | 349,58 |
24 | Sporting | 345,53 |
25 | Celtic | 339,83 |
26 | Stuttgart | 319,99 |
27 | Salzburg | 312,18 |
28 | Shakhtar | 303,27 |
29 | Dinamo Zagreb | 273,59 |
30 | Bologna | 241,96 |
31 | Young Boys | 224,97 |
32 | Girona | 220,86 |
33 | Crvena Zvezda | 211,99 |
34 | Sparta Praha | 205,91 |
35 | Sturm Graz | 184,54 |
36 | Slovan Bratislava | 160,81 |