Í gjár varð fimta umfar av vetrarkappingini í renning, Raska VK5, runnin á Sandi.
Tað gjørdist Karoline Ejby Stengaard úr Bragdinum, sum vann kvinnurenningina við tíðini 32:57.1, meðan Rutt Hjelm Gregersen úr Treysti og Ann Thomsen úr Bragdi fylgdu ávíkavist á øðrum og triðja plássi.
Hjá monnunum gjørdist Jacob Ejby Stengaard úr Bragdinum vinnari við tíðini 28:36.4, meðan Rógvi Kárason og Oliver Granhøj, báðir úr Bragdi, endaðu á øðrum og triðja plássi.
Hendan vetrarrennikappingin verður vanliga runnin í Hoydølum í Hoyvík. Men nú tað er munandi lættari at koma til Sandoyar, valdi fyriskiparin, at rennast skuldi heima á Sandi.
Kappingin byrjaði uttan fyri ítróttahøllina á Sandi. Síðan var runnið teir 9 kilometrarnar niðan í Traðardal, fram við Sandsvatni og yvir á Eystanvegin, áðrenn teir vendu aftur móti málinum við høllina.


Vetrarkappingini VK4 – Á Sandi – 9 kilometrar – Kvinnur
| Felag | Føðiár | Tíð | |
|---|---|---|---|
| Karoline Ejby Stengaard | Bragdið | 1996 | 32:57.1 |
| Rutt Hjelm Gregersen | Treysti | 2001 | 37:16.3 |
| Ann Thomsen | Bragdið | 1966 | 41:22.5 |
| Ann-Mari av Skarði | Bragdið | 1974 | 41:27.0 |
| Maria Nielsdóttir | Bragdið | 1978 | 41:59.2 |
| Lydia í Lambanum | Roysnið | 1976 | 42:15.0 |
| Katrin Thorsvig Hansen | Bragdið | 1982 | 42:29.3 |
| Hallbjørg Danielsen | Roysnið | 1973 | 43:18.0 |
| Marita Hansen | Bragdið | 1979 | 43:36.6 |
| Óluva Zachariasen | Bragdið | 1967 | 46:28.6 |
| Heidi Jógvansdóttir | Bragdið | 1972 | 46:51.1 |
| Kristín Baldvinsdóttir | Bragdið | 1973 | 48:09.9 |
| Kristianna Winther Poulsen | Bragdið | 1971 | 48:44.5 |
| Joan Hentze | Bragdið | 1980 | 49:55.1 |
| Joan Mouritsen | Bragdið | 1982 | 49:58.0 |
| Beinta Napoleonsdóttir | Bragdið | 1970 | 50:00.1 |
| Durita Neshamar | Bragdið | 1977 | 50:42.5 |
| Elisabeth Larsen | Bragdið | 1968 | 51:12.2 |
| Ruth Winther | Bragdið | 1968 | 52:26.1 |
| Eydna Weihe | Bragdið | 1969 | 53:26.4 |
| Una Højsted | Bragdið | 1961 | 55:08.0 |
| Teresa Jansdóttir í Lambanum | Roysnið | 2008 | 55:54.6 |
| Elvira Jansdóttir í Lambanum | Roysnið | 2006 | 55:56.8 |
| Elsibeth Johannessen | Roysnið | 1966 | 56:17.0 |
| Halldis á Grønastøð | Treysti | 1972 | 57:59.2 |
| Sunneva Jensen | Bragdið | 1959 | 1:02:17.6 |
| Maria das Gracas Cruz da Silva | Onki felag | 1967 | 1:03:39.3 |
| Olga Johannesen | Roysnið | 1967 | 1:03:53.0 |
Vetrarkappingini VK4 – Á Sandi – 9 kilometrar – Menn
| Felag | Føðiár | Tíð | |
|---|---|---|---|
| Jacob Ejby Stengaard | Bragdið | 1994 | 28:36.4 |
| RÓGVI KÁRASON | Bragdið | 1996 | 30:41.4 |
| Oliver Granhøj | Bragdið | 1988 | 31:41.7 |
| Torbjørn Hentze | Bragdið | 2005 | 32:26.7 |
| Sigurd av Reyni | Bragdið | 1975 | 33:10.1 |
| Bogi Hjalt | Bragdið | 1981 | 33:31.9 |
| Henry Olsen | Bragdið | 1964 | 34:02.7 |
| Niels Poulsen | Bragdið | 1972 | 35:26.9 |
| Mattias Jansson í Lambanum | Roysnið | 2005 | 36:00.5 |
| Ingi Johannessen | Roysnið | 2002 | 36:46.6 |
| Jákup Andrias Kristiansen | Bragdið | 1988 | 37:04.9 |
| Heini Gregersen | Treysti | 1964 | 37:45.2 |
| Lau Jensen | Roysnið | 1972 | 37:46.8 |
| Sam Vang | Bragdið | 1970 | 39:02.0 |
| Arnfinn Johannessen | Roysnið | 1965 | 39:13.0 |
| Hjalmar Hansen | Roysnið | 1967 | 39:50.3 |
| Josvein Herup Olsen | Bragdið | 1958 | 41:06.1 |
| Henning Olsen | Roysnið | 1957 | 42:42.5 |
| Herluf Hansen | Bragdið | 1973 | 43:08.0 |
| Hans Ellefsen | Bragdið | 1973 | 43:22.4 |
| Jóhan E. Simonsen | Bragdið | 1969 | 43:26.2 |
| Herluf Jakobsen | Bragdið | 1963 | 43:31.2 |
| Flóvin Eidesgaard | Bragdið | 1973 | 44:06.1 |
| Terje Skechers Hansen | Roysnið | 1968 | 44:54.2 |
| David Reinert Hansen | Roysnið | 1960 | 45:37.7 |
| Jens Weihe | Frælsi | 1947 | 45:48.1 |
| Jóannes Ortind | Bragdið | 1951 | 50:32.4 |
| Helgi Johannesen | Roysnið | 1967 | 52:49.1 |
| Róin Clementsen | Onki felag | 1957 | 56:04.6 |
| Rógvi Joensen | Treysti | 1963 | 1:00:48.3 |



