Fríggjadagin 14. februar klokkan 10.00 verða atgongumerkini til fyrsta hondbóltslandsdystin í nýggju stórhøllini Tjarnir sett til sølu.
Føroyska manslandsliðið í hondbólti tekur 12. mars klokkan 19.00 móti Niðurlondum í nýggju Tjóðarhøllini í EM-undandysti í bólki 6.
Uttan iva verður fullsett, tí fólk hava longu í fleiri vikur spurt á netinum, nær atgongmerkini verða til sølu.
Møguleiki er at keypa bæði sitipláss við talmerktum setrum og standipláss í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, men tey mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur, skal atgongumerki keypast til tey.
Prísirnir eru 200 krónur fyri sitipláss og 150 krónur fyri standipláss, og eitt lítið avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið. Í mesta lagi kunnu 6 atgongumerki keypast í hvørjum keypi.
Atongumerkiini verða til sølu á atgongumerki.fo.
Fýra dagar eftir dystin í Føroyum, spæla okkara menn aftur móti Niðurlondum í Niðurlondum. Tá fara tvey fullsett flogfør við føroyskum áskoðarum til Amsterdam at hyggja eftir dystinum
Um Føroyar skulu verða vísar í at koma til EM-endaspælið, krevst at enda nummar 1 ella 2. Fýra teir bestu tríararnir koma eisini til EM-endaspælið.
Stigatalva – EM-undanbólkur 6
Dystir | V | J | T | Mál | Munur | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Niðurlond | 2 | 1 | 1 | 0 | 73 – 72 | +1 | 3 |
2 | Føroyar | 2 | 1 | 0 | 1 | 64 – 56 | +8 | 2 |
3 | Ukraina | 2 | 1 | 0 | 1 | 74 – 72 | +2 | 2 |
4 | Kosovo | 2 | 0 | 1 | 1 | 54 – 65 | -11 | 1 |
Úrslit og dystir
Mikudagur, 6. novembur 2024
Føroyar – Kosovo 32 – 21
Hósdagur, 7. novembur 2024
Niðurlond – Ukraina 40 – 39
Sunnudagur, 10. novembur 2024
Ukraina – Føroyar 35 – 32
Kosovo – Niðurlond 33 – 33
Mikudagur, 12. mars 2025
Føroyar – Niðurlond
Hósdagur, 13. mars 2025
Kosovo – Ukraina
Sunnudagur, 16. mars 2025
Niðurlond – Føroyar
Ukraina – Kosovo
Mikudagur, 7. – hósdagur, 8. mai 2025
Ukraina – Niðurlond
Hósdagur, 8. mai 2025
Kosovo – Føroyar
Sunnudagur, 11. mai 2025
Niðurlond – Kosovo
Føroyar – Ukraina