Grand Prix: Sissal vil vísa at mammur kunnu hava eina yrkisleið sum tónleikari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska sangarinnan Sissal Jo verður við í danska Melodi Grand Prix við sanginum Hallucination. Tað skrivar Danmarks Radio. Sangurin snýr seg um at møta einum persóni, har sambandið kennist so rætt, at tað næstan virkar óveruligt.

– Eg vóni, at fólk kunnu spegla sær í mínum tónleiki og í mær sum persóni. Eg vil vísa, at tú kanst vera lekkur og sunnur, hóast tú ikki ert kløn, sigur Sissal Jo við DR. Hon eggjar øllum til at standa við seg sjálvan og sínar dreymar.

Sissal Jo, sum eitur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, er úr Tórshavn men býr nú í Keypmannahavn. Longu sum 10-ára gomul stóð hon á palli í eini kapping, sum minnir um MGP. Mamman hevur sagt, at hon byrjaði at syngja, áðrenn hon dugdi at tosa.

Hon hevur útgivið fleiri stakløg og eina EP, og hennara tónleikur er fleiri ferðir blivin viðmæltur av Karriekanonen á P3.

Sissal er inspirerað av svenskum og norskum elektroniskum poppi sum Dagny og Robyn, umframt Ariana Grande.

Sissal er kend fyri at útstrála kraft og sjálvsálit. Hon hevur ofta fingið at vita, at hon fyllir ov nógv, men hon hevur lært at síggja tað sum eina styrki. Sum mamma vil hon vísa, at kvinnur kunnu skapa tónleik og hava eina yrkiseið, hóast tær hava fingið børn.

Hon gleðir seg at vera við í Melodi Grand Prix og sigur, at hon kennir seg heima í hesi verð.

– Eg elski stórar veitslur, queer-umhvørvið og havi stóra virðing fyri listafólkum, sum tora at vera seg sjálvi, sigur hon.

Hennara dreymsjón er at inspirera onnur til at trúgva uppá, at alt er møguligt.