,

Annika Olsen spyr um tilbúgving í tunlum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingskvinnan Annika Olsen hevur sett landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárasyni Petersen, ein skrivligan fyrispurning um tilbúgving í føroysku tunlunum.

Hon spyr, hvussu støðan er, og um landsstýrismaðurin er sinnaður at arbeiða fyri einum samlaðum tilbúgvingarleisti fyri allar tunlar og undirsjóvartunlar í Føroyum.

Hon vísir á, at hóast nógv verður tosað um tilbúgving í sambandi við kritiska infrakervið sum SEV, telesamskifti og nettrygd, so er lítil umrøða av dagligu tilbúgvingini í tunlunum.

Kommunurnar hava roynt at loyst hesa avbjóðing eftir førimuni, men ein størri vanlukka krevur størri samstarv millum kommunur og land.

Vit hoyra javnan um eldsbruna í tunlunum, men hendir ein størri vanlukka, serliga í undirsjóvartunlunum, er eingin yvirskipað og landsumfatandi tilbúgving til staðar, sigur Annika Olsen.

Tí hevur Annika Olsen sett henda fyrispurning fyri at varpa ljós á tørvin á betri yvirskipaðari tilbúgving í tunlum.