Liljan Weihe spyr um spontanar abortir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingskvinna Liljan Weihe hevur sett fyrispurning til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, um fyribyrging av spontanum abortum hjá føroyskum kvinnum.

Liljan Weihe spyr millum annað, hvørjar mannagongdir eru galdandi, tá ið kvinnur abortera, og nær tær fáa bjóðað hjálp. Hon vil eisini vita, hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja spontanum abortum, og um ætlanir eru um at broyta mannagongdirnar.

Mett verður, at fjórði hvør graviditetur endar í einari spontanari abort, sum er sera sálarliga og kropsliga svárt fyri kvinnurnar. Vanlig mannagongd er, at kvinnan fær at vita, at abortin er náttúrunnar máti at sálda sjúk fostur frá, men hetta byggir ikki á gransking.

Nýggj gransking vísir, at orsøkir til spontanar abortir kunnu liggja í stoffskiftinum ella vøddaknútum hjá kvinnum, sum kannast og fyribyrgjast.

Liljan Weihe sigur, at kvinnur skulu gjøgnum nógvan sálarkvøl og kropsligar avleiðingar, áðrenn tær fáa hjálp. Tí er neyðugt at kanna og broyta mannagongdirnar, so færri kvinnur skulu uppliva fleiri spontanar abortir, áðrenn tær fáa hjálp.