Føroyska taraframleiðslufyritøkan Ocean Rainforest hevur keypt 60 prosent av meksikonsku fyritøkuni Alamarsa, sum eigur vørumerkið Algamar.
Algamar framleiðir stimbrandi vakstrarevni til landbúnaðin, taraúrdráttir til matna, kosmetikk og djórafóður. Við hesum samstarvi fær Ocean Rainforest munandi víðkað sítt vøruúrval og útbreiðslu á heimsmarknaðinum.
Ólavur Gregersen, forstjóri í Ocean Rainforest, sigur, at samstarvið við Alamarsa og teirra vælumtókta vørumerkið Algamar er eitt kærkomið stig í teirra strategi um at veita burðardyggar loysnir innan matvøruframleiðslu og samstundis stuðla upp undir lívmargfeldi.
Við hesum samstarvi fær Ocean Rainforest nú møguleikan at framleiða hesar vørurnar á virkjunum í Kaldbak, Santa Barbara og Ensenada, við taraúrdrátti frá taraalingini í Norðuratlantshavi og Kyrrahavinum.
Roberto Marcos, sum stovnaði Alamarsa, fegnast um samstarvið við Ocean Rainforest. Hann vísir á, at teir saman kunnu menna burðardyggar vørur til heimsmarknaðin, við atgongd til fleiri tarasløg úr ymsum heimspørtum og komplementerum serkunnleikum.