Bæði undir EM-endaspælinum hjá monnunum í Berlin og hjá kvinnunum í Basel, varð skipað fyri rimmar upphitingartiltøkum undan dystunum hjá Føroyum.
Í morgin spæla føroysku hondbóltsmenninir fyrsta landsdystin nakrantíð í høllini við Tjarnir, og í tí sambandi verður skipað fyri upphitingartiltakið fyri fjepparar í Oy.
Tiltakið er frá klokkan 16.00 til klokkan 18.00. Hans Ravnsfjall fer at spæla nøkur løg.
Dysturin millum Føroyar og Niðurlond er klokkan 19.00, og ókeypis bussar koyra niðan til høllini við Tjarnir millum klokkan 18.00 og 19.00 og oman aftur til Havnar eftir dystin.
So latið bilin standa og komið ein túr í Oy.
Tiltakið og bussarnir eru ókeypis, og saman fara vit at koma í rættan hondbóltshýr.
Tað eru stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti sum skipa fyri upphitingini í Oy.
