Heilsumálaráðharrin í USA, Robert F. Kennedy Junior, arbeiðir sambært New York Times við einari umstríddari ætlan at loyva fuglakrími at breiða seg frítt í amerikanskum høsnagørðum.
Í samrøðu við Fox News segði Robert F. Kennedy: -Vit eiga at lata virusið fara frítt, so vit kunnu eyðmerkja og varðveita tær hønur, ið hava immunitet.
Landbúnaðarmálaráðharrin, Brooke Rollins, stular ætlanini og sigur, at nakrir bøndur eru sinnaðir at royna hetta sum eina royndarverkætlan.
Men djóralæknar ávara um álvarsligar avleiðingar. – Tað er ein ræðulig ætlan av fleiri orsøkum, sigur Dr. Gail Hansen, fyrrverandi landsdjóralækni í Kansas. Hon greiðir frá, at hvør einasta smitta høna gevur virusinum møguleikan at mennast til eina meira vandamikla útgávu.
Sambært The New York Times hevur fuglakrímið, H5N1, rakt meira enn 166 milliónir fuglar í USA síðan januar 2022. Tað hevur elvt til ov lítið útboð av eggum og hægri eggprísir.
Dr. David Swayne, fyrrverandi djóralækni í USDA, sigur, at ein slík ætlan hevði ført til sera pínufullan deyða hjá næstan øllum hønum og kalkunum.