Kjøt og kaffi nógv dýrari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Prísurin á kjøti og kaffi er nógv øktur seinasta árið, og matvørur sum heild eru fimm prosent dýrari í februar í ár samanborið við februar í fjør. Tað vísa nýggjastu inflatiónstølini frá Hagstovuni.

Prísvøksturin á kjøti er er øktur góð níggju prosent. Lambskjøt og svínakjøt standa fyri størsta prísvøkstrinum, meðan prísurin á flogfenaði er lækkaður nakað.

Kaffi er eisini munandi dýrari, og er næstan ellivu prosent dýrari samanborið við í fjør. Prísirnir á smøri eru hækkaðir góð tíggju prosent, meðan mjólk, ostur og egg eru vorðin góðar trý prosent dýrari.

Hinvegin eru aðrir prísir lækkaðir. Klæði og skógvar eru 2,7 prosent bíligari, og kostnaðurin til býli er í miðal lækkaður 0,9 prosent. Renturnar á sethúsum eru lækkaðar góð átta prosent, men húsaleiguprísirnir eru hinvegin øktar við eini átta prosentum.

Inflatiónin í Føroyum er nú 1,3 prosent, sum er lægri enn miðaltalið fyri innflatión fyri ES-londini, ið er 2,8 prosent.

Føroyar hava sostatt lágan prísvøkstur samanborið við Norðurlond og Evropa.