Arbeiðsloysið minkað í Sandoy síðan Sandoyartunnilin lat upp

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Síðan Sandoyartunnilin lat upp, er arbeiðsloysið í Sandoy minkað munandi. Í februar var arbeiðsloysið einans 0,4 prosent í Sandoy, sum er tað minsta í landinum. Bera vit tað saman við februar 2023, áðrenn tunnilin lat upp, so var arbeiðsloysið tá 2,4 prosent í Sandoy.

Í februar var arbeiðsloysið í Suðuroy, sum framvegis ikki hevur fast samband við meginlandið, størst í landinum við 1,5 prosentum, hóast tað er 1,2 prosentstig lægri enn í fjør.

Samlað var arbeiðsloysið í Føroyum 1,1 prosent í februar. Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn í fjør. Í februar vóru 320 fulltíðararbeiðsleys, sum svarar til 37 færri enn sama mánað í fjør.

Arbeiðsloysið er minkað bæði hjá kvinnum og monnum. Kvinnur høvdu eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni enn í fjør, meðan arbeiðsloysið hjá monnum var 1,2 prosent, sum er 0,1 prosentstig lægri.

Hagtøl vísa eisini, at arbeiðsloysið er lægst hjá teimum 45 til 54 ára gomlu, við einans 0,8 prosentum. Størsta arbeiðsloysið var tó hjá teimum 25 til 34 ára gomlu við 1,3 prosentum.

Talið av langtíðararbeiðsleysum, tey, sum hava verið arbeiðsleys í longri enn eitt ár, var 43 persónar, ella 11,1 prosent av teimum arbeiðsleysu. Størsti bólkurin av arbeiðsleysum í februar var tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 90 og 179 dagar.