Um alt gongst sum ætlað, verður veturin, sum júst er liðugur, tann seinasti, har íbúgvar í Dali skulu koyra eftir smala og vandamikla bergvegnum fyri at koma til og frá bygdini.
Landsverk hevur vónir um, at Dalstunnilin verður liðugur í ár. Tað er tó treytað av, um Løgtingið er sinnað at lata eykajáttan á 25-30 milliónir krónur. Tað skrivar Dimma.fo..
Arbeiðið við Dalstunlinum, sum byrjaði í 2019, hevur verið drúgt. Tunnilin er 2.200 metrar langur og átta metrar breiður. Hóast Landsverk í fyrstani metti, at arbeiðið fór at taka fýra ár, hevur játtanin ikki verið til at gera arbeiðið liðugt, og tí er tunnilin eitt ár seinkaður.
Sigurd Ó Vang, leiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki, sigur, at nú verðu arbeitt við tunnilsmunnum, portalum, vatntryging og kaðalgravum. Hann væntar, at tunnilin kann gerast liðugur í heyst, um Løgtingið er sinnað at lata eina eykajáttan á 25-30 milliónir. Samlaða verkætlanin er mettan at kosta 180 milliónir.