Bilførarin, sum í gjár var steðgaður á Vestmannavegnum, var vápnaður.
Vestmannavegurin var stongdur í næstan fýra tímar, eftir at løgreglan steðgaði einum bili. Orsøkin var ein bilførari, sum var illa fyri. Løgreglan valdi tí at steingja vegin av trygdarávum.
Ein annar persónur var í bilinum, men kom í øllum góðum úr bilinum og var ongantíð í vanda.
Eftir at hava tosað við mannin leingi, eydnaðist løgregluni at fáa bilføraran úr bilinum og tryggjað, at støðan varð loyst uttan álvarsligar avleiðingar.
Maðurin er nú í tryggum hondum, og løgreglan kannar nú málið víðari í mun til, um skotvápnið var lógligt. Enn er eingin skuldseting í málinum.
Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at hendingin tók drúgva tíð, men at støðan var ikki ein gíslatøka.