Skrivstovulandslagið í Vági, har fólk kunnu leiga skrivstovupláss eftir tørvi, er væl móttikið. Tað skrivar Vágs kommuna.
Tænastan varð sett á stovn tíðliga í 2024, og fýra fyritøkur vístu beinanvegin áhuga. Síðan hevur gongdin verið góð, og nú hava sjey leigarar valt at brúka tilboðið.
Frá 1. septembur 2025 kemur ein suðuroyingur afturat, sum arbeiðir hjá fyritøku aðrastaðni í Føroyum. Tveir av leigarunum eru fluttir til Suðuroynna, hóast teir arbeiða fyri fyritøkur í Føroyum og Danmark.
Vágs kommuna sigur seg við skrivstovulandslagnum hava gjørt tað møguligt at búgva í oynni og samstundis hava eitt starv, sum ikki er staðsett lokalt. Tað gevur fólki størri frælsi og fleiri møguleikar. At talið av leigarum veksur, vísir, at fólk taka væl ímóti møguleikanum.
Tænastan er framvegis í menning, men gongdin gevur góðar vónir fyri framtíðina, skrivar Vágs kommuna.