Unnustan hvarv av bátadekkinum

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Hon var so víðakend í Danmark, at danir lósu um, hvat hon át til morgunmat. Men ein morgun í 1978 hvarv 25 ára gamla Marianne Kristine Egeberg (vanliga kallað Kris) knappliga av sóldekkinum á eini trongdari ferju, tá hon skuldi við mammu og systur síni úr Gedser til Travemünde fyri at keypa inn í Lübeck í Týsklandi. Hon var unnusta hjá Morten Olsen, sum var toppítróttarmaður, fótbóltsleikari og seinni landsliðsvenjari á danska A-landsliðnum. Parið búði saman í Belgia frá 1973.

Undir ferðini segði hon, at hon fór uppá sóldekkið at sóla sær í tí góða veðrinum, ið var. Síðani hevur ongin borið eyga við hana og hon kom ongantíð afturíaftur, hóast hon varð eftirlýst av Interpol og týsku løgregluni.

Ein stór kanning varð sett í verk í kjalarvørrinum av, at Kris hvarv. Pápin, Arvid Egeberg, var sjálvur royndur kriminalløgreglumaður og stóð á odda fyri leitanini eftir ungu dóttrini. Fólk í hundraðtali vórðu avhoyrd, harímillum 29 ára gamli Morten Olsen sjálvur, men onki batti.

At enda komu myndugleikarnir til ta niðurstøðu, at Kris allarhelst hevði tikið lívið av sær sjálvari handa vanlukkuliga morgunin tann 9. juni í 1978, tá hon hvarv av sóldekkinum á ferjuni.

Grikkar nýta orðafellið ad kalendar graecas, sum merkir: Tað, sum ongantíð hendir. Tað vóru fleiri enn 300 ferðafólk við ferjuni handa morgunin í 1978 umframt manningina, men ongin hvørki sá ella hoyrdi Kris detta fyri borð. Og ongin bar eyga við hana í aldunum. Tað burdi verið ógjørligt, men tað hendi.

Løgreglan arbeiddi tá við fýra møguleikum. Hin fyrsti – og mest sjálvsagdi – sóu teir skjótt burturfrá. Kris kundi ikki dottið fyri borð av tilvild. Lúnningin var ov tryg – og Kris, sum frammanundan hevði arbeitt á somu siglingarleið, var ov skipsvon. Mamman goymdi eisini passið og pengarnar.

Tá vóru bert tríggir møguleikar eftir. Kanska var hon farin í land og ynskti sjálvboðin at hvørva? Kanska hevði vælhýrda unga kvinnan – sum hevði smílst og prátað um dagin – framt sjálvmorð? Ella var ein brotsgerð farin fram?

Týskland var tá atskilt í Vestur- og Eysturtýskland, har kommunistiska Eysturtýskland var eitt lukkað land. Tað hevur eisini órógvað rannsóknina.

Morten Olsen gjørdist seinni heimskendur fótbóltsleikari á danska dynamitt-landsliðnum, sum spældi fótbóltsspæl í høgum klassa, men sakin um Kris hevur allatíðina verið frammi við jøvnum millumbili í donsku fjølmiðlunum.