Sjálvandi skulu Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð – og eisini javnsettar millum Norðurlond. Nú hava vit aftur ein søguligan møguleika, tí Norðurlond skulu taka støðu til fullgyldugan føroyskan limaskap í norðurlendskum samstarvi.
Tríggjar ferðir hava Føroyar søkt um fullan limaskap í øllum norðurlendskum samstarvi. – Fyrstu ferð, tá ið Erlendur Patursson legði uppskot fyri Norðurlandaráðið í 1976.
– Aðru ferð í 2003, tá ið undirritaði legði uppskot fyri Løgtingið og fyri Norðurlandaráðið um fullgyldugan limaskap.
– Og aftur í 2016, tá ið Poul Michelsen og Aksel V. Johannesen vegna landsstýrið, og Jenis av Rana og Ruth Vang sum limir vegna Løgtingið, sendu umsókn um fullan limaskap.
Hendan síðsta umsóknin er ikki svarað enn. Men nú skal støða takast skjótt aftur millum norðurlendskar politikarar.
Vit hava eina uppgávu sum tjóðveldisfólk: At tryggja, at alt Løgtingið og Føroya fólk standa saman um, at Føroyar gerast fullgyldugur limur, og at vit ganga undan at styrkja alt norðurlendsk samstarv. Heimsstøðan eigur at styrkja okkum í hesi visjón um, at Norðurlond sjálvsagt virða og standa saman um fólkarætt, javnrættindi, mannarættindi og fólkaræði – fyri øll lond og tjóðir. Og hví skuldi tað ikki styrkt okkum øll, at ein sjálvstøðug tjóð við fólkaræði vil taka egna ábyrgd og samstarva á jøvnum føti við onnur?
Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi og limur í Norðurlandaráðnum