Finalan í tónleikkappingini Sement 2025 verður leygarkvøldið, og Tórsgøta skrivar á Facebook, at tað verður eitt brak av einum kvøldi við breidd og dýpd í føroyskum tónleiki.
Finalistarnir eru: Hans Andrias, Óli, Ronja, Bolstad, Karla Hansen, Jarzhe, Ókendir og Tunghoyrt
– Nú verður tað alvor, og finalistarnir brúka komandi dagarnar til at fínpussa tær seinastu detaljurnar, so tú fært eina so góða uppliving sum gjørligt, skrivar Tórsgøta.
– Hetta kvøldið verður eitt innlit í framtíðina hjá føroyskum tónleiki. Og tú kanst vænta tær alt frá singer-songwriter og R&B til hip hop, indie og metal. Líkamikið, hvussu kræsin tíni oyru eru, so verður heilt sikkur okkurt, sum tær dámar, skrivar Tórsgøta.
Sementvinnarar síðan 2010
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð