Betrideildin 7. umfar: NSÍ og KÍ framvegis fult stigatal

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ og NSÍ hava framvegis fult stigatal í Betrideildini hjá monnum og vunnu bæði greiðar stórsigrar í 7. umfari, sum var spælt í gjár.


KÍ hevði ein á pappírinum eitt sindur truplan dyst í Vági móti FC Suðuroy. Men teir lóta als ongan iva vera um úrslitið. Longu í hálvleikinum var støðan 3-0. Páll Klettskarð skoraði tvær ferðir og Patrik Johannesen einaferð. Í yvirtíðini í seinna hálvleiki økti Patrik Johannesen til 4-0.


NSÍ lat heldur ongan iva vera um úrslitið móti EB/Streymi. Stóri maðurin í føroysku kappingini í løtuni, Brandur Olsen, skoraði bæði til 1-0 og 2-0. Í seinna hálvleiki økti Hassou Diaby Ndiaye, Brandur Olsen fullførdi sítt hattrick og Jasper Van Der Heyden staðfesti 5-0 sigurin.


HB á triðja plássi helt fram við síni trilvandi byrjan upp á kappingarárið, og tað eydnaðist teimum heima í Gundadali akkurát at vinna móti uppflytarunum TB. Tvørámenn vóru tvær ferðir frammanfyri. Samudeen Musah skroraði við brotsspark, áðrenn Jákup Thomsen javnaði fyri HB. Fyri steðgin legði Samudeen Musah aftur TB fram um, og eftir steðgin var tað enn einaferð Jákup Thomsen, sum javnaði. Og best sum dysturin sá út til at enda við einum óvæntaðum javnleiki, so skoraði Ási Dam sigursmálið fyri HB langt inni í yvirtíðini.

————–

Hitt havnarfelagið, B36, hevur veruliga fótað sær seinastu dystirnar, og teir høvdu heldur íkki stórvegis trupulleikar av 07 Vestur í Sørvági. Longu í hálvleikinum var 3-1 til B36, og tað gjørdist eisini úrslitið. Marius Kryger Lindh gjørdi legði fyri hjá B36 í fyrsta minutti, Men Brage Prestmo Kvithyld javnaði fyri 07 tíggju minuttir seinni. Philip Djordjevic og Marius Kryger Lindh skoraðu hini málini fyri B36.


Føroyameistararnir úr Víkingi eru eisini um at fóta sær eftir sera vánaligu byrjanina í landskappingini. Í gjár vunnu teir á Toftum 1-0 móti B68. Poul Kallsberg skoraði einasta málið í dystinun, tá ið eitt korter var spælt á dystinum. Við sigrinum er Víkingur komið úr botnstríðnum.


Stigatalva í Betrideildini menn

DVJTMFMMStig
1NSÍ77003352821
277002031721
3HB75021712515
4B3674121311213
5Víkingur722368-28
6EB/Streymur7214716-97
7FC Suðuroy7205314-116
8TB7124814-65
9B687115519-144
1007 Vestur7016616-101