Sigfríður Sólsker stjóri á Bókadeildini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sigfríður Símunarson Sólsker er nýggjur stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags eftir Niels Jákup Thomsen, sum fer frá fyri aldur. Hann byrjar í starvinum 1. juni.

Sigfríður S. Sólsker er ikki ókendur í forlagsvinnuni. Seinasta 16 árini hevur hann arbeitt á Námi, fyrst sum ritstjóri og síðan 2016 sum útgávuleiðari í Námi. Hann er útbúgvin í søgu og føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya.

Eisini hevur hann tikið útbúgving sum ritstjóri á CBS SIMI-Executive í Keypmannahavn og akademiska leiðsluútbúgving á Glasi. Seinasta árið hevur hann sitið í nevndini í European Educational Publishers Group.

Sigfríður S. Sólsker er 45 ára gamal, ættaður úr Fuglafirði og búsitandi á Eiði.

Í summar fer Niels Jákup Thomsen frá sum stjóri á Bókadeildini fyri aldur. Niels Jákup hevur tænt Lærarafelagnum og Bókadeildini væl og hevur verið stjóri síðan 1996. Hann heldur fram eitt skifti sum stjóri á Bókamiðsøluni, sum eisini er partin av Lærarafelagnum.