Nendin í Lærarafelagnum óbroytt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar Lærarafelagið hevði aðalfund í gjár. Longu undan fundinum var greitt, at Jacob Eli S. Olsen heldur fram sum formaður eftir seks ár í starvinum, og at Jona Højsted og Bergur Samuelsen eisini verða verandi í nevndini. Eingi onnur valevni vóru, og sostatt eru eingi broytingar í nevndini.

Harumframt vórðu Rebekka Olsen Kærbech, lærari í Vágs skúla, og Erla K. Róin, lærari í Eiðis skúla, valdar sum eykalimir.

Aðalfundurin varð hildin á Hotel Føroyum.

Í nevndini eru nú Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, Jona Højsted, Bergur Samuelsen og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum. Rebekka Olsen Kærbech og Erla K. Róin eru eykalimir.