Bæði menninir og kvinnurnar hjá Kyndli og H71 spæla FM-finalur móti hvørjum øðum í høllini á Hálsi í dag.
Kvinnurnar spæla klokkan 15.30. Hetta er fyrsta finalan av fimm møguligum. Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur verður føroyameistari.
Kyndil, sum vann grundspælið, hevur verið einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti, seinastu tvey kappingarárini, og eru favorittar at vinna. Men unga liðið hjá H71 mennist í hvørjum, so spennandi verður, um tær megna at hótta roynda Kyndilsliðið.
Menninir hjá Kyndil og H71 spæla triðju finaluna í dag, eftir at hava vunnið hvør síni. Liðini eru so mikið jøvn, at tað er vónleyst at gita hvør vinnur.
H71 hevur verið føroyameistari trý ár á rað, nærum hvørja ferð við einum so at siga nýggjum liði. Kyndil hevur ikki verið føroyameistari síðan 2007.
FM-finalur í Burndeildini menn
Úrslit
- Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
 - Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)
 
Komandi dystir
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00
 - Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 20:00
 
Møgulig fimta finala
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00
 
FM-finalur í Burndeildini kvinnur
Komandi dystir
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30
 - Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 17:45
 - Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30
 
Møguligar fjórðu og fimtu finalur
- Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
 - Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00
 



