Sev avlop á 48,4 milliónir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Úrslitið hjá Sev fyri 2024 var 48,4 milliónir krónur eftir skatt, sum nærum samsvarar við úrslitið í 2023, tá tað var 50,2 milliónir krónur.

Streymnýtslan setti met við 435,5 GWt, ein vøkstur á 4,8% samanborið við árið fyri. Serliga alivinnan og húsarhald hava økt nýtsluna.

Grøna elframleiðslan setti eisini met og náddi 271 GWt, sum er væl meiri enn í 2023. Gagnýtslan av vindorkuni var eisini betri í 2024 og fór úr 53 prosentum í 2023 upp í 68 prosent í 2024

Hóast oljunýtslan minkaði við 4.000 tonsum, eru útreiðslurnar til olju ikki minkaðar samsvarandi, tí Sev er álagt at leggja stórri umhvørvisgjald í 2024

Íløgurnar hjá Sev vóru 343 miólliónir krónur í 2024, eitt nógv hægri tal samanborið við 210 millónir krónur árið fyri.

Nevndin og stjórnin eru nøgd við úrslitið og fíggjarligu støðuna.