Gadus hjá JFK-samtakinum í Klaksvík hevur sum fyrsta føroyska fiskifarið fingið løggilding, ið tryggjar, at 100 prosent av fiski kann fara til matna. Loyvið er søguligt og slóðbrótandi, og tað ber við sær, at lýsi og mjøl, sum áður fóru til ídnað, nú kunnu brúkast til matvøruúrdráttir. Samstundis letur tað upp fyri stórum menningarmøguleikum og øktari virðisøking í fiskivinnuni.
Sambært Hanusi Hansen, stjóra hjá JFK, hevur hetta verið ein ling og miðvís tilgongd. Fólk hjá samtakinum hava arbeitt tætt saman við norskum fakfólki og lært mannagongdir, ið tryggja, at allur fongur hjá Gadus fer til matna. Gadus var bygdur í 2019 við tí fyri eyga, at fiskurin skuldi kunna nýtast fullkomiliga, og loyvið er úrslitið av serligum tekniskum krøvum.
Hanus Hansen sigur víðari, at endurnýgging av skipaflotanum er alneyðug fyri at fáa størri virði burtur úr tí, sum verður fiskað.
Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, gleðist um møguleikarnar, ið løggildingin ber við sær. Hon nevnir, at fleiri dyr, eitt nú innan heilsu- og heilivágsídnaðin, kunnu lata seg upp við hesum nýggja veruleikanum.