Kiel og Elias í Final Four í Europa League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

THW Kiel vann í kvøld seinnu fjórðinghálvfinaluna í Europa League í hondbólti 35-30 móti franska liðnum Limoges.

Fyrri dysturin endaði við javnaleiki 26-26, og tí hava Kiel og Elias á Skipagøtu spælt seg í Final Four í Europa League, sum verður spælt í Hamburg 24.- og 25. mai.

Elias á Skipagøtu spældi ikki nógv í kvøld og skoraði einki mál.

Eisini Flensburg-Handewitt og Jóhan á Plógv Hansen spældi seg í Final Four við 35-29 sigri móti donsku GOG, har Óli Míttún skal spæla komandi kappingarár. Jóhan skoraði tvey mál.

Hini bæði liðini í hálvfinaluni eru MT Melsungen úr Týskalandi og Montpellier úr Fraklandi.