Nema og Elding í nýggjum vinnuligum samstarvi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag varð almannakunngjørt, at fyritøkurnar Nema og Elding hava gjørt avtalu um eitt nýtt vinnuligt samstarv. Hetta samstarvið gevur góðar møguleikar fyri báðar fyritøkurnar á føroyska marknaðinum, og er til gagns fyri kundarnar.

Longu frá í dag, kunnu kundar stovna sær telefonhald frá Nema í Elding handlunum og harvið fáa avsláttur av øllum vørum í Elding.

Søguligt gott samband millum fyritøkurnar

Samstarvið er tó ikki óvæntað, tí Nema og Elding hava gjøgnum árini samstarvað sera væl. Samstarvið millum fyritøkurnar hevur altíð verið merkt av áliti og virðing, og hevur altíð verið til gagns fyri báðar partar.

Vit seta altíð kundan í hásæti og ynskja at geva kundunum ta bestu upplivingina, og tað er hetta samstarvið við til at gera. Vit hava, í fleiri ár, havt eitt tætt og jaligt samstarv við Nema, hóast tað ikki hevur verið formaliserað áður.” segði Mads A. Winther, stjóri í Elding.

Eisini stjórin á Nema, Gudny Langgaard, leggur dent á kundatænastu og góða samstarvið við Elding. “Seinastu árini hava vit arbeitt við at betra um netið, og tað hava vit megnað. Eisini brúka vit nógva orku upp á at menna 2fyri1 appina, ið gevur okkara kundum ymsar ókeypis tænastur. Nú fara vit eitt fet víðari við einum sera spennandi samstarvi við Elding, ið heilt víst kemur kundunum til góðar.”

Samstarvið kemur í gildi beinanvegin, og longu nú fáa nýggir kundar ágóðan av hesum.