Súkklilandsliðið tikið út til Oyggjaleikir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsliðini í súkkling, triathlon og MTB eru nú úttikin til Oyggjaleikirnar í Orknoyggjum í summar.

Hesi súkkla fyri Føroyar:

Triathlon:
Magni Hansen
Bergtór Torssteinsson

MTB (fjallsúkkling):
Helgi Winther Olsen
Hilmar Hansen

Súkkling:
Súsanna Skylv
Pauli Poulsen
Niklas Hallgren Niclassen

Hjálparfólk:
Torkil Veyhe – landsliðsleiðari
Gunnar Dahl-Olsen – mekanikari
Kenneth Ellefsen – soigneur

Samstundis verður arbeitt miðvíst fram ímóti Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027, har ætlanin er at tryggja eina enn sterkari føroyska umboðan.


Arbeiðið við landsliðunum verður framt við greiðum strategi og málum, sum millum annað fevna um luttøku í altjóða kappingum, persónliga menning og ein greiðan leist fyri útveljing. Krøvini eru býtt í A-, B- og C-stig, sum tryggja eina javnvág millum úrslit og menning.

Torkil Veyhe, landsliðssamskipari, sigur:

– Vit hava sett okkum greið mál fyri bæði 2025 og 2027. Hetta er eitt langtíðar arbeiði, har vit vilja byggja upp eina sterka kervi við venjing, luttøku í kappingum og altjóða samstarvi.”