Bjørt nýggj forkvinna fyri føroysku sendinevndina í Útnorðurráðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í samband við umskipanina av føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum, eftir at
Erling Eidesgaard ikki longur hevur sæti í Løgtinginum, hevur nevndin í dag valt
nýggjan formansskap. Ein samd nevnd valdi Bjørt Samuelsen til nýggja forkvinnu
og Jenis av Rana til næstformann.

Umframt Bjørt Samuelsen og Jenis av Rana eru umboðini í nevndini Henrik Old,
Karlot Hergeirsson, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Lakjuni.

Í Útnorðurráðnum eru 18 umboð úr teimum trimum parlamentunum í Grønlandi,
Íslandi og Føroyum. Útnorðurráðið varð stovnað í Nuuk í Grønlandi 24. septembur
1985.

Í ár eru tískil 40 ár liðin, síðan Útnorðurráðið varð sett á stovn. Hetta verður
hátíðarhildið á ársfundinum, sum í ár verður hildin í Ilulissat í Grønlandi í august
mánaði.