SMS-deildin, kvinnur – 2. FM-finala
H71 – Kyndil 29-27 (16-13)
H71 vann eisini aðru FM-finaluna móti Kyndli, og talan var um ein væl uppibornan sigur, tí H71 var greitt betri enn Kyndil, sum als ikki líktist sær sjálvum.
Verjan hjá H71 vardi væl stóran part av dystinum, og álopið var eisini tolið og væl skipað fyri tað mesta.
Kortini eydnaðist Kyndli at fáa spenning í dystin móti endanum, men tá ið veruliga galt, var tað H71 sum helt høvdið kalt og vann uppiborið.
H71 kom fram um beinanvegin í fyrra hálvleiki. Verjan hjá hoyvíkskvinnum spældi væl, og flestu álopini endaðu við máli.
Hjá Kyndli var umvent, og sum heild tyktist áður so einaráðandi liðið í føroysku kvinnudeildini merkiliga tamt. Har var einki bit í, og stjørnuleikarin, Turið Arge Samuelsen, hevur hesar báðar finaludystirnar bert verið ein skuggi av sær sjálvum. Løgið at hugsað sær, men órógvi í venjarahópinum, og skaðin, sum Turið hevði herfyri, tykjast at hava stóra ávirkan á avrikið á vøllinum. Verjan fekk heldur ikki fatur á nógvum, og Jovana Stranjanac, sum plagdi at vera besti málverji í deildini, tók heldur einki.
Eina løtuna í fyrra hálvleiki, sá út til, at H71 fór at koma avgerandi fram um. Alt riggaði. Elsa Egholm skoraði av høgra bakki, Maria Weyhe stýrdi spældi við vanligum tryggleika, og í tí allarbestu løtuni spældi Anna Elisabeth Wehyhe heilt framúr væl og vísti veruliga sínar dygdir.
H71 kom fram um 16-11, tá ið einir fimm minuttir vóru eftir. Men onkursvegna megnaði Kyndil at minka til 16-13 í steðginum, og tað skuldu tær úr Kyndli vera glaðar fyri, tí tað var meira munnur enn trý mál á liðunum í fyrra hálvleiki.
Kyndil minkaði til 16-14 við fyrsta málið eftir steðgin. Men so datt korthúsið hjá Kyndli veruliga saman. Tær kastaðu bóltar burtur, brendu skot, máttloysið breiddi seg á liðnum, og tær tímdu so frægt sum ikki at skeldast. Tá ið fimm minuttir vóru spældir var 20-14 til H71.
Kyndil vildi tó ikki lata seg koppa, og tær stóðu mest sum av gomlum vana. Jovana bjargaði nøkrum skotum í málinum, og Bjarta Johansen gekk undan í øllum lutum. Munurin kom aftur niður á trý mál 21-18, tá ið eitt korter var eftir.
Kyndi hekk nú í eina løtu, og H71 var antin trý ella fýra mál frammanfyri. Tað hjálpti hjá H71 at spæla sjey móti seks, men tað kostaði eisini nøkur mál í hinum endanum, tá ið Kyndil kastaði í tómt mál.
Kyndil át seg heilt niður á eitt mál, 26-25, tá ið fýra minuttir vóru eftir. Tá ið H71 fekk eina útvísing, hevði Kyndil eisini ein gyltan møguleika at javna. Men sum ofta sæð fyrr, so kann ein yvirtalsstøða órógva minst líka nógv sum at gera gagn, og H71 vann undirtalsstøðuna við tveimum málum. So var eingin vegur aftur hjá Kyndli, og H71 vann 29-27.
H71 hevur nú eitt sindur óvæntað vunnið tvær tær fyrstu finalurnar, og Kyndil má vinna, tá ið liðini møtast í triðu finaluni í høllini á Hálsi leygardagin klokkan 15.30.
Fyri H71 skoraði Anna Elisabeth Weihe 9 mál, og fyri Kyndil skoraði Bjarta Osberg Johansen 11 mál.

FM-finalur í SMS -deildini við kvinnum
Spældar finalur
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 24-29 (11-13)
- Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 29-27 (16-13)
Komandi finalur
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30
Møguligar fjórðu og fimtu finalur
- Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
- Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00