Vøkstur í gistingum uttanfyri Havnina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hóast talið í fólkanáttum í føroysku gistingarhúsunum er minkað í fyrsta ársfjórðingi, so er stórur vøkstur í fólkanáttum uttanfyri Havnina, har tað er vaksið við 52 prosentum úr 1.507 upp í 2.285. Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.

Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru kamarsnæturnar á føroysku gistingarhúsunum góðar 20.300. Tað er ein minking á 2 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør, hóast nýtslustigið á kømurum. framvegis var óbroytt á 31%.

Fólkanæturnar vóru 30.796 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 989 fólkanætur færri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein minking á 3 prosent.

Innskrivingarnar fyri sama tíðarskeið eru kortini øktar við 4 prosentum, úr 16.812 í 2024 til 17.472 í ár. Í miðal gistir hvørt fólk 1,8 nætur fyri hvørja innskriving, samanborið við 1,9 nætur í fjør.

Serliga hevur verið ein øking í innskrivingum frá fólki, ið hava bústað í Føroyum, har talið er vaksið við 10 prosentum. Samstundis er talið á fólkanáttum hjá gestum úr øðrum londum enn Danmark minkað við 24 prosentum.

Hagstovan staðfestir, at føroyskir gistingargestir hava verið ein avgerandi partur í broyttu støðuni í fyrsta ársfjórðingi í ár.