Kórstevna í Vestmanna um vikuskiftið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kórstevnan verður hildin í Vestmanna um vikuskiftið. Sangáhugaði úr øllum landinum savnast til felagskórvenjing, konsert og veitslu. Stevnan verður í Vestmanna skúla.

Kórleiðari hjá felagskórinum verður danski kórleiðarin Margrethe Debel, og hon fer saman við kórinum at arbeiða við rútmiskum tónleiki. Í felagskórinum eru umleið 150 sangarar.

Konsertin, sum verður klokkan 16.00 leygardaagin, er eisini ein kapping, har kórini fáa í mesta lagi sjey minuttir í part at vísa dómarunum, hvat tey duga. Fyrsta-, onnur- og triðja virðisløn verður latin.

Dómarar í ár eru: Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson.

Áhoyrararnir velja eisini, hvat kór skal hava áhoyraravirðislønina.


Skrá á konsertini í ítróttahøllini í Vestmanna kl. 16 leygardagin:

  • 16.00 Felagskórið
  • 16.20 Vestmanna sangkór
  • 16.28 Ljómur
  • 16.35 Glymur
  • 16.43 Stranda sangkór
  • 16.50 Silvitni
  • 17.00 Vágakórið
  • 17.07 Xperiment
  • 17.15 Tórshavnar manskór
  • 17.22 Gøtu kirkju ungdómskór
  • 17.30 Eystanljóð
  • 17.37 Miðnámskórið á Kambsdali
  • 17.45 Havnarkórið
  • 17.52 Fuglafjarðar sangkór
  • 18.00 Brak
  • 18.07 Tarira
  • 18.14 Morgunkórið
  • 18.21 Tórshavnar kamarkór
  • 18.30 Karlakór Vestmannaeyja (gestakór úr Íslandi)