Harðskapur í barnaárum hevur álvarslig árin á útbúgving og lívsmøguleikar. Tað vísir kanning, sum Fróðskaparsetur Føroya og Lóður hava gjørt fyri Almannaráðið.
Kanningin byggir á svar frá 1.068 vaksnum føroyingum og gevur eina mynd av, hvussu útbreiddur likamligur, kynsligur og kensluligur harðskapur er í Føroyum.
Úrslitini vísa, at 34,8 prosent av luttakarunum hava verið fyri likamligum harðskapi. 21,8 prosent hava upplivað kynsligan harðskap, og 22,3 prosent hava verið fyri kensluligum harðskapi.
12,6 prosent av kvinnunum og 7,6 prosent av monnunum hava upplivað øll trý sløgini av harðskapi
Kvinnur høvdu 50 prosent minni sannlíkindi fyri at uppliva likamligan harðskap enn menn, men meira enn tríggjar ferðir so stóran møguleika fyri at uppliva kynsligan harðskap. Sannlíkindini fyri at uppliva kensluligan harðskap vóru ikki treytað av kyni.
Kanningin staðfestir, sum nevnt, at tey, ið hava upplivað harðskap í barnaárum, hava verri møguleikar fyri útbúgving og arbeiði.
Serliga tey, ið ikki hava tikið útbúgving eftir fólkaskúlan, eru yvirumboðað millum tey, ið hava verið fyri harðskapi. Harðskapurin hevur eisini ringa ávirkan á heilsu og møguleikan at virka í samfelagnum.
Niðurstøðan í kanningini vísir, at harðskapur kann hava álvarslig langtíðarárin, serliga tá hann fer fram í barnaárum.
Skrivað greinina hava: Tóra Petersen, Nám; Heri Joensen, Lóður; Heri á Rógvi, Lóður; Magni Mohr & Anna Sofìa Veyhe, Fróðskaparsetur Føroya.