Lasse, sum er hotelstjóri umborð á Norrönu, bjóðar okkum kapteynsborðið í Munkastovu, ið er siglandi gourmet matstovan í Norðurhøvum. Fríggjadagin komu tey úr Íslandi og nú hava vit fýra tímar til tey aftur leggja frá landi.
– Hetta er ein av longstu siglingarrutum, sigur Pætur Trónd, sum eisini er hotellstjóri, men í landi, tá talan er um Hafnia, Brandan og KC, sum Katrina Christiansen í Bringsnagøtu verður nevnd. Tað var har, uppi á kvistinum, at William Heinesen varð føddur.
Tað er í sambindandi steðginum millum Seyðisfjörð og Hirtshals, at Pætur og Lasse skrivaðu okkum inn á farstøðini at sleppa umborð, síggja skipið og fáa ein bita. Eg fái beinanvgein ein varhuga av, at hetta er ikki bara ein skúlastudia, men ein ítøkilig uppliving av útvendum tænastuvirksemi.