Trendraðar Kyndilskvinnur svaraðu aftur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin, kvinnur – 3. FM-finala
Kyndil – H71 33-32 (19-17)

Kyndil vann triðju FM-finaluna móti H71 33-32, og harvið verður minst ein finala afturat.

Kyndil var nógv betri fyrsta partin av dystinum, men H71 kom inn í dystin aftur. Kyndil var tó frammanfyri meginpartin av dystinum, og hóast Kyndil bara vann við einum máli, so hevði Kyndil tamarhald seinastu minuttirnar.


Tað var eitt heilt annað Kyndilslið, sum kom á vøllin í triðju finaluni enn teimum báðum fyrstu. Frá byrjan av settu tær nógva ferð á, og nakrar broytingar í uppstillingini gjørdu eisini, at verjan hjá H71 ikki ordiliga fann út av, hvussu tær skuldu verja.

Turið Arge Samuelsen byrjaði á veinginum og fór í nógvar yvirgongdir. Tað gjørdi millum annað Bára Hansen, sum byrjaði á vinstra bakki, sær dælt av og skoraði nøkur mál. Eisini riggaði strikuspælið inn til stórspælandi Bjartu Johansen sera væl, og hon spældi ein rimmar dyst.

Verjan hjá Kyndli riggaði eisini væl at byrja við, og ikki minst hevði Jovana Stranjanac nakrar rimmar bjargingar.

Kyndil kom fram um 5-1, áðrenn H71 spakuliga fór at svara aftur. Serliga í vinstru síðu, var H71 ein støðug hóttan, og við systrurunum Mariu Weyhe og Annu Elisabeth Weyhe á odda eydnaðist at spæla gjøgnum verjuna hjá Kyndli, og eisini vóru nógvir bóltar spældir út til Leu S. Brockie, sum skoraði trygt av vinstra veingi.

Leingi skiftist munurin um at vera trý og fýra mál. Men móti endanum av fyrra hálvleiki misti Kyndil pippið eina løtu, og fingu millum annað fleiri tvær minuttir útvísingar, sum Kyndilskvinnur og venjarar vóru serstakliga ónøgd við.

Í hálvleikinum var støðan 19-17 til Kyndil.


Í seinna hálvleiki javnaði H71 beinanvegin. Men fyribils komu tær ongantíð fram um, tí Kyndil svaraði aftur við at seta ferðina eitt sindur upp. Nú fullu dómarnir eisini til Kyndil, og H71 fekk onkra útvísing.

Nakrar bjarginar hjá Rúnu Larsen gjørdu tó, at Kyndil ikki kom meira fram um. Hinvegin høvdu málverjarnir hjá Kyndli trupult við at taka nakað, og eftir at hava roynt Gyltu á Neystabø í málinum koma Jovana Stranjanac inn aftur.

Eitt sindur løgið tók H71 leikbrá, meðan tað vóru tvey mál muni. Tær fóru at spæla sjey móti seks í álopinum, og tað kostaði dýrt, tí tað riggaði als ikki.

Kyndil vaknaði aftur. Onkur bóltur fall eitt sindur heppið til tær, og Turið Arge Samuelsen líkasum vaknaði úr dvala og byrjaði at líkjast sær sjálvum.

Royndin hjá H71 við sjey móti seks kostaði nógv, og brádliga førdi Kyndi 30-24, og tjúgu minuttir vóru spældir.

H71 gavst kortini ikki. Verjan strammði í aftur, og nú var tað Kyndil, sum hevði trupult við at finna pláss. Í fimm minuttir skoraði Kyndil einki mál, og H71 át seg spakuliga inn á Kyndil. Tá ið fimm minuttir vóru eftir, var støðan 31-28 til Kyndil.

Kyndil reið tó stormin av sær, og tá ið H71 svav í einari drálstøðu hjá Kyndli, smeyg Bára Hansen seg jøgnum verjuna og skoraði til 33-29, og minni enn tveir minuttir vóru eftir.

Hóast tað var nær við kom H71 kom ikki aftur í aftur, og Kyndil vann dystin 33-32.

Fyri Kyndil skoraði Bára Hansen 9 mál, og hjá H71 skoraði Maria Weyhe eisini 9 mál.

FM-finalur í SMS -deildini við kvinnum

  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 24-29 (11-13)
  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 29-27 (16-13)
  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71 33-32 (19-17)
  • Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
  • Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00