Betrideildin menn
HB – NSÍ 1-7 (0-2)
Nógv vanlig HB-viðhaldsfólk valdu, at hyggja eftir hondbóltsfinalu í staðin fyri at koma í Gundadal at síggja HB spæla móti NSí. Tey óraðu kanska ilt, og tað gjørdist eisini ilt, tí NSÍ eyðumýkti HB, sum HB ikki hevur verið eyðmýkt í nógv harrans ár. 1-7 stóð á máltalvuni, tá ið dómarin bríkslaði av.
Klæmint Olsen legði NSÍ fram um beinanvegin í dystinum. So var HB væl og virðuliga omaná og hevði góðar møguleikar at javna. Men so fekk Klavs Kramens hjá HB sítt annað gulu kort, og løtu seinni økti Klæmint Olsen til 2-0.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so sendi Klæmint Olsen ein bólt av miðjuni í málið, og so var leyst og liðugt. Steffan Løkin skoraði eitt og Petur Knudsen trý mál afturat fyri NSÍ, meðan Ári Mohr Jónsson pyntaði upp á úrsltiðið við støðuna 6-1.
HB var í fullkomnari upploysn í seinna hálvleiki, og NSÍ nýttist ikki at spæla gott, tí har var eingin HB-verja fyri.
Avrikið hjá HB var út av vánaligt í seinna hálvleiki, og tað er púra greitt, at tað ikki ruggar rætt á liðnum. HB hevur kanska ikki líka gott fólk, sum í fjør. Men HB eigur við tí hópinum, sum teir hava, at vera munandi betri, enn tað, teir hava víst seinastu dystirnar. Tað sær út til, at leikararnir ikki spæla fyri venjaran longur, og tað skal vera løgið, um HB ikki handlar longu komandi viku og sendir Adoldo Sormani til hús. HB kann ikki liva við so vánaligari gongd.
Í NSÍ er hinvegin alt annað enn kreppa. Fult stigatal eftir átta umfør, og komandi fríggjakvøld verður veruligt oddabrak, tá ið KÍ kemur á vitja við Løkin í Runavík. Tá stendur veruliga styrkiroyndin hjá NSÍ, móti krútsterka liðnum hjá KÍ.
Betrideildin menn: HB – NSÍ 1-7 (0-2)

