U17 EM-endaspæl: Føroyar móti Noregi á Tórsvølli í dag klokkan seks

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag klokkan 15.00 verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum verður sparkað í gongd á Djúpumýru í Klaksvík

Umframt Føroyar, verða Spania, sum eru verandi evropameistarar, Frankaríki, Italia, Eysturríki, Noreg, Pólland og Niðurlond eisini við í kappingini.

Dystirnir verða spældir á Djúpumýru í Klaksvík og á Tórsvølli. Eysturríki og Niðurlond leggja fyri sunnudagin 4. mai klokkan 15:00. Seinni á degnum, klokkan 18:00, spæla Føroyar og Noreg á Tórsvølli, í samband við hendan dystin er opening ceremony.

Í sambandi við dystirnir í Klaksvík skipar Klaksvíkar kommuna fyri upphitingartiltøkum 4., 7. og 14. mai.

At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum.

Væntandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.

Atgongumerki til allar dystirnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.


Føroyski hópurin

Sigrið Hansdóttir, B36
Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Elin Elmelund Hansen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Durita Vón Vidtfeldt, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur

Venjari hjá Føroyum er Eyðvør Jakobsen


Kappingarskráin U17 EM-endaspæl gentur

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Niðurlond (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Niðurlond – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Niðurlond – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)

Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)

———–