Á myndini gongur nú fyrrverandi venjarin hjá HB, Adolfo Sormani, fyri steinastu ferð inn í HB-húsið eftir eyðmýkjandi 7-1 ósigurin fyri NSÍ í gjár.
HB hevur í dag ikki óvæntað enda samstarvið við Adolfo Sormani. Tað boðar felagið frá í dag. HB skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
– Venjaratoymið hjá Betri-monnum hevur biðið um at verða loyst úr starvi. Nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.
– Vit takka Dodo, Gianni, Gilberto og Tero fyri samstarvið, og tað orku, sum teir hava lagt í arbeiðið. Ikki minst Løgmanssteypið 2024.
– Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at hava eina loysn uppá pláss innan stutta tíð.
– Til nýggjur venjari verður settur, fer André Olsen at standa við ábyrgdini av Betri-monnum.
Sambært bolt.fo er 7-1 ósigurin í gjár størsti ósigurin hjá HB á heimavøllli síðan 1945 . Viðhaldsfólkini hjá NSÍ sungu móti endanum av dystinum “Sacked in the morning”, og í HB-húsinum, var rímiliga breið semja, at tað høvdu tey helst rætt í.
Spælið hjá HB hevur verið vánaligt í ár, og seinastu dystirnar hava úrslitini eisini verið vánalig, og HB hevur tapt móti B36, og greitt móti KÍ og NSÍ. HB er eisini sligið úr steypakappingini.
Í fjør gekst betri hjá Adolfo Sormani í HB, og leingi var HB einasti veruliga avbjóðari hjá Víkingi í stríðnum um meistaraheitið. Eftir summarfrítíðina misti HB tó flogið. Men árið var góðkent, og HB endaði eisini við at gerast steypavinnari, tá ið teir vunnu móti B36 eftir brotssparkskapping.
HB er enn nummar trý í Betrideildini, og ein komandi venjari skal trýggja, at HB aftur sleppur at spæla evropeiskan fótbólt komandi kappingarár.