Tung føroysk byrjan hjá U17-gentunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku U17-genturnar taptu greitt 10-0 móti Noreg í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum, sum í hesum døgum verður spælt í Føroyum.

Norsku genturnar vóru frammanfyri 8-0 í steðginum, men tíbetur tóku norsku genturnar sær av løttum í seinna hálvleiki, og Føroyar slapp við 10-0.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Niðurlond 4-1 ímóti Eysturríki. Niðurlendsku genturnar løgdu bragdliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var støðan 3-0 . Eysturríki svaraði aftur áðrenn steðgin, men nærri komu tær ikki. Í staðin øktu Niðurlond í seinna hálvleiki, og vunnu 4-1.

Í dag verða fyrstu dystirnir í bólki B. Klokkan 15:00 spæla Spania og Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 18:00 møtast Pólland og Italia á Tórsvølli.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin, og 20 krónur fyri børn (0-16 ár).