Lions Club Tórshavn hevur stuðlað arbeiðinum at varðveita Ólav VN 138, sum er eitt av søguligastu træskipum í Føroyum, við 50.000 krónum.
Ólavur, sum heilt fram til trýssini bant oyggjarnar saman við rutusigling um Vestmannasund, varð smíðaður úr eik og furu á Vestmanna skipasmiðju í 1930. Hann var 38 føtur langur og góð 14 tons. Upprunaligu tekningarnar eru enn til varðveitslu.
Ikki so fá av teimum tilkomnu munnu minnast til túrar við Ólavi, sum eisini tók sær av post- og farmaflutningi. Eftir at meira nútímans skip komu á leiðina um Vestmannasund, helt Ólavur fram við øðrum flutningi, millum annað í sambandi við bæði el- og telefonveiting millum oyggjarnar.
Í illveðri í 2020 sakk skipið, meðan tað lá við bryggju, men tað varð tikið uppaftur og sostatt bjargað. Greitt var tó, at her var tørvur á meira enn bert umvælingum, so nú verður farið undir eina umfatandi endurbygging, so Ólavur VN 138 aftur kann koma til heiður og æru.
Siglingarklárur næsta ár
Fyri einum góðum ári síðan settu Vestmanna og Kvívíkar kommunur, Hiddenfjord og Bátastevnan í Vestmanna í felag ‟Grunnin Ólavur VN 138” á stovn fyri at varðveita Ólav, so motorbáturin aftur kann brúkast. Ætlandi skal hann ongantíð vera óvirkin í longri enn tríggjar mánaðir.
Ein fyritreyt fyri, at Ólavur VN 138 framhaldandi kann verða varðveittur, er eitt gott og trygt pláss at liggja á, gjarna við eina flótibrúgv. Ætlanin er, at hann verður siglingarklárur næsta ár, og síðan verður skipað fyri einum serligum tiltaki á 100 ára degnum hjá bátinum í 2030.
Lions Club Tórshavn hevur valt at stuðlað hesi áhugaverdu verkætlan við 50.000 krónum, sum á fundi um dagarnar vórðu latnar Sámal Jákupi Olsen, ið sum umboð fyri “Grunnin Ólavur VN138” var komin at taka ímóti.
Mynd: Sámal Jákup Olsen tók sum umboð fyri “Grunnin Ólavur VN138” ímóti teimum 50.000 krónunum frá Lions Club Tórshavn, ið Karl Eli Sigvardsen, Lions-forseti, handaði.
