Í hesum døgum eru 80 ár síðani 2. Heimsbardagi endaði. B36 Varpið markerar hetta við eini “fótbóltsnørdasending”, har Heri Simonsen og Jóan Pauli Jacobsen fara at práta um leyst og fast úr føroyskum fótbólti undir krígnum.
Vit fara millum annað at tosa um upprunan til FM í fótbólti, sum tað á fyrsta sinni bleiv kappast um í 1942. Vit koma inn á onkrar stuttligar fótbóltshendingar, og vit fara eisini at tosa um ta stóru ávirkan, sum enskur fótbóltsmentalitetur fekk á føroyskan fótbólt.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.