Føroyska songkvinnan Kristel Lisberg gevur út lagið Say Goodbye. Kristel Lisberg hevur sjálv skrivað lagið í samstarvi við Gregory Joseph Friia og Meghan Barker. Jimmy Ritchey hevur framleitt lagið.
Kristel Lisberg syngur, og millum tónleikararnar eru Sam Hunter á akustiskum gittar og mandolin, Rob McNelly á gittar, Craig Young á bas, Charles Judge á tangentar, Shannon Forrest á trummir og Wes Hightower syngur kór.
Lagið er miksað og ljóðblandað av Erik Hellerman og mastrað av Alex McCollough hjá True East Mastering. Shannon Forrest hevur staðið fyri upptøkunum.
Lurta eftir lagnum her:
