Lønin hevur mest at siga, tá ið fólk velja starv. Men eisini fleksibilitetur og javnvág millum arbeiði og frítíð verða raðfest høgt. Eisini góðir starvsfelagar, ein góður leiðari og møguleiki at mennast í starvinum viga nógv, tá ið fólk velja starv.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri starvsmiðilin Alfred Kanningin vísir, hvat føroyingar raðfesta í arbeiðslívinum. Kanningin, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, byggir á svar frá 1027 føroyingum í aldrinum 18-67 ár úr øllum landinum.
Kanningin lýsir eisini orsøkir til, at fólk skift starv. Nógv nevna ov stóra arbeiðsbyrðu, vánaliga leiðslu, ella møguleikan fyri betri løn og betri starvi sum týðandi faktorar. Hetta vísir, hvussu lætt tað er at flyta seg á einum arbeiðsmarknaði við stórum eftirspurningi.
Endamálið við kanningini er at geva arbeiðsgevarum og HR-fólki betri innlit í arbeiðsynskini hjá føroyingum og at menna arbeiðspláss, sum standa seg í kappingini um tey góðu starvsfólkini. Kanningin verður endurtikin á hvørjum ári.