EM-Undanbólkur 6
Kosovo – Føroyar 23-25 (13-12)
Í einum rótutum landsdysti vunnu Føroyar 25-23 niðri í Kosovo, og harvið hava Føroyar spælt seg til EM-endaspælið longu í næstseinasta umfari í EM-undanbólki 6.
Dysturin var javnur stóran part av dystinum, og sjáldan var meira ein eitt mál á muni.
Liðini fylgdust heilt til til 23-23, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Men seinastu fimm minuttirnar hildu verjan og serliga Pauli Jacobsen málinum tøttum, og tá ið Elias á Skipagøtu fyrst breyt í gjøgnum og gjørdi tað til 24-23, so kundi Hákun West av Teigum avgera dystin við brotskasti, tá ið ein minuttur og 15 sekund vóru eftir.
Fyri Føroyar var Hákun West av Teigum greiður toppskjútti við 11 málum, harav fýra sera týðandi brotskøst móti endanum á dystinum.
Føroyar eru til annað EM-endaspælið á rað og skulu spæla EM í Oslo í januar 2026. Tá fara væntandi túsundtals føroyingar til norska høvuðsstaðin í eina góða viku.
Sunnudagin kunnu Føroyar við sigri móti Ukraina í høllini við Tjarnar vinna EM-undanbólk 6, og harvið tryggja Føroyum betri útgangsstøði til lutakastið til EM-endaspælið.
Stigatalva EM-undanbólkur 6
D | V | J | T | Mál | Munur | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1. Føroyar | 5 | 3 | 1 | 1 | 153 : 142 | +11 | 7 |
2. Niðurlond | 5 | 2 | 2 | 1 | 171 : 163 | +8 | 6 |
3. Ukraina | 5 | 2 | 0 | 3 | 167 : 163 | +4 | 4 |
4. Kosovo | 5 | 1 | 1 | 3 | 133 : 156 | -23 | 3 |