Manchester United og Tottenham í finaluni í Europa Leage

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Manchester United og Tottenham hava tryggjað sær pláss í finaluni í Europa League eftir greiðar sigurar í hálvfinalunum í gjárkvøldið.

Manchester United vann 4-1 móti Athletic Bilbao, og samanlagt 7-1. Tottenham vann sín dyst móti Bodø/Glimt í Noreg 2-0 og samanlagt 5-1.

Athletic Bilbao førdi leingi 1-0, men við málum frá Mason Mount, Casemiro og danska áleyparanum Rasmus Højlund vendi United dystinum, og Mason Mount endaði veitsluna við skotið frá miðjuni, tá ið hann sá, at málmaðurin var langt frá málinum.

Tottenham vann sín dyst móti Bodø/Glimt 2-0 uttan trupulleikar. Dominic Solanke og Pedro Porro skoraðu málini í seinna hálvleiki.

Finalan í Europa League verður spæld mikudagin 21. mai.