Betrideildin menn
NSÍ – KÍ 1-2 (1-1)
Hóast NSÍ hevði yvirvág í spælinum stóran part av dystinum, so megnaði KÍ at vinna oddadystin við Løkin.
Jonn Johannesen legði KÍ fram um í fyrra hálvleiki, og Aron Knudsen javnaði fáar minuttir seinni.
NSÍ helt fram at hava yvirvág í seinna hálvleiki, men KÍ við Odmar Færø á odda vardi væl. Eina løtu yvirtók KÍ spælið, og tað var nokk til KÍ fekk lagt ein bólt inn til René Shaki Joensen, sum avgjørdi dystin.
Leikararnir hjá KÍ sóu fyrst í dystinum út til at vera kropsliga sterkari enn NSÍ, sum tók eina løtu at koma inn í dystin.
Eftir eina løtu bylgjaði spælið tó aftur og fram, men tað varð ikki til tær heilt vandamiklu royndirnar móti málunum.
Emil Weihe hjá NSÍ hevði tað fyrsta veruliga skotið móti málinum, men Mark Fabricius Jensen bjargaði uttan stórvegis trupulleikar.
Í 28 minutti vísti Árni Frederiksberg, at hann dugir annað enn at skjóta. Hann rak inn í vøllin. NSÍ gjørdi alt fyri at forða honum at skjóta, og í staðin stakk hann bóltin fram til Jonn Johannesen, sum úr spískum vinkli til høgru fyri málið hamraði bóltin í málið.
Nú eksploderaði dysturin. Brandur Olsen fekk eitt gult kort fyri at hevna seg móti Árna Frederiksberg, og NSÍ sá út til at vera um at missa tamarhaldið á sær sjálvum.
Men NSÍ megnaði tó at venda øðini til egnan fyrimun, og bert fáar minuttir seinna, setti Aron Knudsen javnvág í málroknskapin við einum ordans stríðsmáli, tá ið hann blakaði seg í eitt takklandi skot.
Beint aftan á var um hár gjørt, at NSÍ kom fram um, men flata innleggið frá Aron Knudsen fór fram við KÍ-verjuni og Brandi Olsen, sum ikki rakti bóltin.
Í støðuni eftir henda møguleikan gjørdist eitt øgiligt rok, tí ein ein leikari hjá KÍ var alt ov seinur í eina takkling beint framman fyri beinkin hjá NSÍ.
Nú var tað NSÍ, sum hevði trýstið, og teir arbeiddi sera væl hesa løtuna. Serliga Aron Benjaminsen og Steffan Løkin vóru eyðsýndir, møguliga tí vanligu stjørnuleikararnir hjá NSÍ vóru væl vardir.
NSÍ helt í undanvindinum trýstið hálvleikin út, og KÍ kom seinasta korterið als ikki inn á NSÍ-hálvuna. Níggju hornaspørk til NSÍ siga eitt sindur í yvirvágina hjá NSÍ seint í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ vindin undan, men kortini var tað NSÍ sum framhaldandi var omaná. Klæmint Olsen átti at havt lagt NSÍ fram um um, men Mark Fabricius Jensen bjargaði meistarliga.
KI fekk ongantíð frið at byggja sítt spæl upp, og teir fingu spakuliga størri og størri trupulleikar av ágangandi trýstinum frá NSÍ.
NSÍ spældi í sínum lagi væl, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik rak Petur Knudsen hegnisliga inn í vøllin úr høgru síðu, og í tí hann skuldi skjóta, feldi Hallur Hanssen hann. Brandur Olsen slapp at skjóta fríspark úr dreymastøðu. Men hann sendi frísparkið í múrin.
KÍ høvdu nærmast verið statistar í hálvan tíma, og vit sóu als einki til stjørnuleikararnar í álopspartinum hjá NSÍ. Sjónligasti leikarin hjá KÍ var tó Odmar Færø, sum ferð eftir ferð vísti, hvussu dugnaligur verjuleikari hann er.
NSÍ helt fram at hava yvrivág. Emil Weihe Joensen spældi ein branddyst hjá NSÍ, og var ein av høvuðsorsøkunum til, at NSÍ vann miðvøllin, og tað gjørdi, at KÍ nærum einki spæl hevði inni á hálvuni hjá NSÍ.
Liðini skiftu nú út. Mads Boe Mikkelsen kom inn fyri Árna Frederiksberg hjá KÍ, og hjá NSÍ komu Jasper van der Heyden og Beinir Nolsøe inn fyri Aron Knudsen og Steffan Løkin.
Útskiftingarnar broyttu javnvágina í dystinum, og KÍ var nú meira á bóltinum, og tolið bygdu teir spælið upp.
Tað gav úrslit, tá ið eitt innlegg átta minuttir fyri tíð varð lagt úr høgru síðu allan vegin tvørtur um málið yvir móti handaru stong, har René Shaki Joensen kom skreiðandi og beindi bóltin í málið.
NSÍ megnaði ikki at fáa leikliga yvirvág aftur, og endin var, at KÍ vann trý sera týðandi stig á leiðini at fáa meistaraheitið aftur til Klaksvíkar.
Nú øll liðini hava spælt móti hvørjum øðrum, hevur KÍ fult stigatal fremst í deildini, meðan NSÍ tapti sínu fyrstu stig í kappingarárinum.
Betrideildin menn: NSÍ – KÍ 1-2 (1-1)
