Tórshavnar kommuna heiðraði umhvørvisák á Grøna kvøldinum í Kaldbakshøllini hóskvøldið 8. mai.
Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, legði fram úrslitini frá borgarafundinum um umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu. Gittemarie Johansen greiddi frá um Greenwashing og Guðrið Hansdóttir og Heiðrikur av Heygum framførdu. Eisini fingu fólk leskiligan mat, sum var framleiddur úr staðbundnum rávørum.
Tann meiri hátíðarligi parturin á kvøldinum var, tá tað bleiv avdúkað, hvør fekk umhvørvisstuðulin og Grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu og Grønu gávuna frá Etika.
Fleiri spennandi umsóknir komu inn og 7 verkætlanir fingu stuðul.
Hesi fingu stuðul:
- Inspiratiónsgarður við vakstrartunli, Norðurlandahúsið – 10.000 kr.
- Lánitrillibørur í Nólsoy – 20.000 kr.
- Ednulundin, Fríøkið norðuri í Stong, Nólsoy – 25.000 kr.
- Vakstrarhús, Serbreytin á Glasi – 40.000 kr.
- Vakstrartunnil, Felagsveltan á Velbastað – 40.000 kr.
- Fríøkið við Krossá, Kaldbak – 40.000 kr.
- Umhvørvisstøð til túnabúgvar, Grannalagið í Krossgøtu – 150.000 kr.