Skjótasta hattrick í La Liga nakrantíð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Norðmaðurin Alexander Sørloth skrivaði í kvøld søgu, tá ið hann skoraði skjótasta hattrick nakrantíð í La Liga.

3 minuttur og 57 sekund brúkti hann at skora trý mál fyri Atlético Madrid í dystinum móti fyrrverandi felag sínum, Real Sociedad.

Fyrsta málið kom í sjeynda minutti eftir innlegg úr høgru, annað eftir eina væl plaseraða fintu, og tað triðja, tá bólturin sprakk niður til hansara eftir eitt innlegg. Hetta er skjótari enn gamla metið hjá brasilska Bebeto frá 1995.

Alexander Sørloth skoraði eisini fjórða málið í 4-0 sigrinum hjá Atlético Madrid.