EM-undanbólkur 6
Føroyar – Ukraina 35-27(15-13)
Føroysku hondbóltsmenninir vunnu EM-undanbólk 6. Tað er greitt eftir, at Føroyar spældu ein frálíkan dyst móti Ukraina.
Føroyar høvdu tamarhald á støðuni meginpartin av dystinum. Eftir eina javna byrjan fóru Føroyar spakuliga frá Ukraina, og í steðginum var 15-13 til Føroyar.
Í seinna hálvleiki øktu Føroyar spakuliga um munin, og móti endanum av dystinum var leyst og liðugt. Føroyar bukaðu Ukraina av 35-27, og hetta mundi vera ein tann tryggasti sigurin Føroyar hava vunnið.
Føroyar vóru favorittar undan seinasta dystinum í EM-undanbólki 6 móti Ukraina heima í høllini við Tjarnir.
Tað byrjaði eisini væl, og Hákun West av Teigum var tryggjur, tá ið tað varð spælt tunt út á høgra vong. Leivur Mortensen skoraði síðan av vinstra veingi eftir skjótálop, Hákun West av Teigum skoraði aftur eftir somu uppskrift, og Teis Horn Rasmussen skoraði upp á skjótálop, tá ið hann sjálvur fangaði bóltin.
4-1 stóð tað, áðrenn Ukraina vaknaði. Teis gjørdi eina skeiva skrining, Vilhelm Poulsen brendi eitt skot, og brádliga var javnt 4-4.
Nú var dysturin javnur. Elias á Skipagøtu breyt tvær ferðir í gjøgnum, og Pauli Jacobsen hevði onkra bjarging. Men orsøkin til, at vit ikki drógu frá teimum, var, at tvær ferðir skoraði Ukraina í tómt mál, tí Føroyar spældu sjey móti seks í álopinum. Elias spældi veruliga væl hesa løtuna miðskeiðis í fyrra hálvleiki og javnaði til 8-8.
Tíbetur fyri okkum kláraði Ukraina als ikki at gagnnýta, at Elias var vístur út í tveir minuttir, og tvær ferðir brendu teirri veingir, og tá ið fyrst Óli og so Elias fintaðu seg gjøgnum við nógvari ferð, so var 10-8 til Føroyar.
Føroyar brúktu í fyrra hálvleiki høvi at hvíla leikarar. Bæði Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg fingu møguleikan, og millum annað skoraði Bjarni eitt gott mál í gjøgnumbroti og skaffaði samstundis eina útvísing.
Føroyar brúktu yvirtalsstøðuna sera væl, og Hákun West av Teigum stórspældi á høgra veingi og skoraði trygt hvørja einastu ferð.
Nú vóru Føroyar frammanfyri við trimum málum, og vit kláraðu at halda fast í hesi støðuni ein løtu.
Her er vert at nevna eitt frálíkt álop, har okkara menn spældu tunt út á vinstra vong, og síðani kastaðu bóltin yvir í høgru síða, har Hákun aftur spældi til Allan, sum vann eitt brotskast. Elias sendi brotskasti í málið til 15-12.
Ukraina spældi aftur í yvirtali seint í fyrra hálvleiki, og heldur ikki hesa ferð megnaðu teir ordiliga at revsa Føroyar, hóast teir minkaðu til hálvleiksstøðuna 15-13.
Seinni hálvleikur byrjaði við, at Pauli Jacobsen bjargaði, og so skoraði Óli Mittún í skjótum mótálopi.
Føroyar hildu stand enn eina undirtalsstøðu, og málmunurin helt sær á tveimum ella trimum málum.
Pauli Jacobsen hevði fleiri góðar bjargingar hesa løtuna fyrst í seinna hálvleiki, og í álopinum eydnaðist sum oftast hjá Óla og Elias at koma í gjøgnum.
Ukraina hevði tó eisini hampuliga lætt at koma til møguleikar, og einaferð høvdu teir møguleikan at minka niður í eitt mál, men tað miseydnaðist.
Føroyar sóu nú út til at hava meira yvirskot enn Ukraina, og Teis legði fyri fyrstu ferð í dystinum Føroyar fram um við fýra málum 25-21.
Nú vaknaðu teir 3000 áskoðararnir í høllini eisini veruliga, og í eini eitt sindur rokaligari løtu, skorðaði Elias upp á ein flúgvari, tá ið Hákun legði bóltin inn í málteigin, og so var 26-22.
Nú høvdu Føroyar veruliga takið, og tá ið Vilhelm smeyg sær í gjøgnum á uttaru síðu á høgra bakki, var støðan 28-23.
Og tá ið Elias í heimsflokki fintaði tveir ukrainar á reyvuna í næsta álopi, so vóru Føroyar veruliga á veg at tryggja oddaplássið í bólkinum.
Nú var fongurin í pottinum. Rói á Skipagøtu kom inn fyri beiggjan Elias, helst fyri at hvíla Elias, um tað skuldi komið nakar spenningur í dystin aftur.
Men tað kom tað ikki, og Føroyar koyrdu sigurin heim við øllum eykamonnunum á vøllinum, og millum annað Rói skoraði tvey frálík mál.
Endin varð, at Føroyar vunnu 35-27, og Føroyar eru veruliga um at gerast ein stórtjóð í altjóða manshondbólti.
Við uppiborna sigrinum vunnu vit EM-undanbólk 6, og tað er heilt ófatuligt at síggja, hvussu hetta liðið mennist fyri hvønn einasta dyst, sum verður spældur.
Vit gleða okkum til Oslo.
Tað skal eisini nevnast, at Ukraina eisini spældi seg til EM-endaspælið í kvøld, tí Niðurlond vunnu móti Kosovo. Tað hevur við sær, at Ukraina er millum teir fýra tríararnar, sum í kvøld spældu seg til EM.
Mynd: Gylvi Fritsson
Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (2 brotskøst)
Óli Mittún 6
Hákun West av Teigum 5
Teis Horn Rasmussen 5
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Ísak Vedelsbøl 2
Rói á Skipagøtu 2
Bjarni í Selvindi 1
Rói Berg Hansen 1
Endalig stigatalva EM-undanbólkur 6
D | V | J | T | Mál | Munur | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
Føroyar | 6 | 4 | 1 | 1 | 188 : 169 | 19 | 9 |
Niðurlond | 6 | 3 | 2 | 1 | 205 : 192 | 13 | 8 |
Ukraina | 6 | 2 | 0 | 4 | 194 : 198 | -4 | 4 |
Kosovo | 6 | 1 | 1 | 4 | 162 : 190 | -28 | 3 |