Norðhavssildin hevur í mong ár gýtt við Møre, men í 2021 flutti hon brádliga norður til Lofoten. Ein grein í Nature lýsir, hvussu sildin lærir gýtingarøkið frá royndum oddafiskum.
Tá ið 2016-árgangurin gjørdist kynsbúgvin, vóru fáir gamlir oddafiskar eftir at vísa leiðina. Ungu sildirnar gýttu tí norðari, og síðan 2021 hava eldri sildir eisini flutt norður.
Fiskiskapurin hevur minkað talið av oddafiskum, og torvan hevur mist vitan um gýtingarøkið. Um fleiri gamlar sildir høvdu verið í stovninum, hevði gýtingin helst hildið fram við Møre.
Norðara gýtingin kann ávirka sildastovnin og vistskipanina við Møre, har larvurnar vanliga vaksa upp. Føðigrundarlagið hjá til dømis sjófugli kann verða skert.
Kanska broytist ferðingarmynstrið aftur, tá ið ein nýggjur árgangur setir við. Ein vaksandi stovnur hevur størri útbreiðslu, og sildin kann tá søkja suður aftur móti gomlu gýtingarøkjunum.
Tað er Aril Slotte, granskari á norsku havstovuni, ið hevur skrivað greinina í Nature saman við fleiri øðrum granskarum, millum øðrum Eydnu í Homrum á Havstovuni.
Á heimasíðuni hjá norsku havstovuni er ein longri grein um úrslitini og eisini er eitt Nature-podcast gjørt um granskingina.