Nýggjur hjartastartari við Sandin í Vági

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vágs Kommuna hevur sett upp ein nýggjan hjartastartara við Sandin. Hetta er eitt týðandi stig fyri at tryggja, at borgarar hava skjóta atgongd til neyðug hjálpartól í einari neyðstøðu.

Vágs kommuna skrivar á heimsíðu síni, at hjartastartarar eru sera umráðandi, tá ið eitt hjartastopp hendir. Teir kunnu bjarga lívum, um teir verða nýttir rætt og skjótt.

Í Vágs kommunu eru fleiri hjartastartarar settir upp, og hetta er fyri at tryggja, at í einari neyðstøðu, so skal tað ganga skjótt. Tí er tað av alstórum týdningi, at hjartastartarar eru lætt atkomuligir.

Inni á heimasíðuni hjartastartari.fo eru fleiri hjartastartarir skrásettir, og tann nýggjasti í Vágs Kommunu verður skrásettur á síðuni.

Vágs Kommuna ætlar at seta fleiri hjartastartarar upp komandi tíðina, sigur borgarstjórin Bjarni Johansen.