Føroyar í styrkisbólki 2 til EM-lutakastið hósdagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska manslandsliðið hondbólti er í styrkisbólki 2, tá ið lutakast um bólkarnar í EM 2026 verður í Herning í Danmark, hósdagin 15. mai klokkan 18.00.

Evropeiska hondbóltssamgongan EHF hevur kunngjørt styrkisbólkarnar og hvussu lutakastið fer fram. Tey 24 londini eru býtt í fýra styrkisbólkar grundað á úrslitini í EM 2024 og undankappingini til EM 2026.

Styrkibólkarmar eru hesir:

  • Styrkisbólkur 1: Frakland, Danmark, Svøríki, Týskland, Ungarn, Slovenia
  • Styrkisbólkur 2: Portugal, Noreg, Ísland, Kroatia, Spania, Føroyar
  • Styrkisbólkur 3: Eysturríki, Niðurlond, Montenegro, Kekkia, Pólland, Norðurmakedonia
  • Styrkisbólkur 4: Georgia, Serbia, Sveis, Rumenia, Ukraina, Italia

Tað er frammanundan gjørt av, at Føroyar skulu spæla í bólki D, sum verður spældur í Oslo.

Tað er eisini avgjørt, at Týskland spælir í bólki A, Danmark í bólki B, Svøríki í bólki E, Noreg í bólki C og Ísland í bólki F.

Lutakastið verður gjørt í fýra stigum: Fyrst verða trý lið úr styrkisbólki 2 drigin, síðan trý lið úr styrkisbólki 1. Aftaná verða seks lið úr styrkisbólki 4 drigin, og at enda verða seks lið úr styrkisbólki 3 drigin.


EM-endaspælið verður spælt í Danmark, Svøríki og Noregi frá 15. januar til 1. februar 2026